Vit eru frístaðurin hjá teimum ungu

Malik Brønsimit Malik Brønsimit
· ·
Vit eru frístaðurin hjá teimum ungu

Í frítíðarklubbum í Grønlandi leita tey ungu eftir friði og tryggleika. Men tað er ikki altíð líka lætt at vera tann vaksni…

Tað er kvøld í Nuuk, høvuðsstaðnum í Grønlandi, og tjúkkur mjørki hevur lagt seg yvir býin. Her er enn ljóst. Tað er tað líka til midnátt orsakað av midnáttarsólini, og tað gevur nógvar møguleikar fyri virksemi í teimum sjey ungdómsklubbunum í býnum.

Ein av teimum er ILLU. Her tekur liðleiðarin Lars Egede ímóti í hugnaligu hølunum, har tey ungu spæla borðtennis, borðfótbólt, talv og onnur spøl. Hann sigur, at høvuðsuppgávurnar hjá klubbanum eru at skapa felagsskap, fyribyrgja ringum atburði og skipa fyri góðum aktivitetum.

“Tey ungu hava sera ymiskar tørvir. Summi leita bara eftir einum staði at vera saman við vinunum. Onnur hava tørv á at sleppa burtur frá misnýtslu ella kriminaliteti. Og so eru tað tey við serligum tørvi. Kanska stríðast tey við umsorganarsvik heima ella trupulleikar í skúlanum. Hóast álvarsamir tilburðir eru sjáldsamir, reagera vit altíð við umsorgan og samrøðu. Um ein ungur hevur tørv á at tosa um viðkvæm evni, er tað týdningarmikið, at tey kenna seg trygg,” sigur Lars Egede.

Teir sjey frítíðarklubbarnir í Nuuk eru deildir sundur í ymsar aldursbólkar. Nakrir klubbar eru fyri børn frá seks ára aldri og uppeftir. ILLU er ein ungdómsklubbur fyri tey 14 til 21 ára gomlu. Hann er serliga væl umtóktur, tí hann hevur fleiri rúm, millum annað eina sjónvarpsstovu og eitt tónleikastudio. Eitt klubbráð, sum er samansett av teimum ungu sjálvum, gevur sítt íkast til virksemið, og tey hittast eina ferð um vikuna.

“Vit lurta nógv eftir teimum ungu. Tey kunnu vera ring at motivera, um tey ikki sjálvi sleppa at taka avgerðirnar,” sigur Lars Egede.

Hans størsta avbjóðing er tó at finna útbúgvið starvsfólk. Arbeiðsloysið í Grønlandi er lágt, og tað er mangul upp á bæði faklærda og ófaklærda arbeiðsmegi, serliga fólk, ið tosa grønlendskt. Hann ætlar sjálvur at byrja upp á sosialhjálparútbúgvingina í januar.

Frá egnum rekkjum

Ein máti at loysa trupulleikan við manglandi starvsfólki er at rekruttera úr egnum rekkjum. Tað er 24 ára gamla Marie Josefsen eitt dømi um. Hon er leiðari av felagnum Inneruulat, har hon hevur verið, síðan hon var 10 ár. Sum 14-ára gomul gjørdist hon limur í klubbráðnum og síðani klubbráðsforkvinna. Tá hon fylti 18, byrjaði hon at arbeiða í klubbanum, og eftir bert eitt ár, fekk hon bjóðað sessin sum forkvinna.

“Byrjanin var torfør,” fortelur hon. “Eg fekk ikki nógva upplæring og var rættiliga ósikkur. Serliga tá eg skuldi ringja til foreldrini, um okkurt var hent. Men eg lærdi tað, og ábyrgdin hevur veruliga ment meg.”

Hon ætlar at útbúgva seg innan sosiala økið, tí arbeiðið við ungum kennist natúrligt og sera meiningsfult, sigur hon.

“Nøkur børn hava trupulleikar heima, og so verður klubbin teirra frístaður. Aftaná fimm ár her merki eg skjótt, um okkurt er galið. Tey plaga at koma á skrivstovuna, um tey hava tørv á at tosa. Onkur hevur bara tørv á at vera eina ella vera saman við einum vaksnum, sum tekur sær av teimum.”

Klubbin hevur næstan 300 skrásettar brúkarar, og av teimum møta umleið 50 børn og ung upp dagliga. Tey kunnu millum annað brúka sjónvarpsstovuna, game’ara-rúmið, fara í køkin, spæla borðtennis og borðfótbólt ella hanga út í stóra felagsrúminum. Tey vaksnu seta av og á aktivitetir í gongd, men ofta er tað trupult at fáa tey ungu við í spælið, sigur Marie Josefsen.

“Nógv vilja helst klára seg sjálvi og ynskja ikki, at nakar sigur teimum, hvat tey skulu gera. Mann merkir veruliga, at tey flestu eru í tannárunum.”

Tað snýr seg um tryggleika

Næstan 600 kilometrar frá Nuuk liggur triðstørsti býurin í Grønland, Ilulissat. Her finnur man eisini frítíðarklubban Fritidsklubbi Naapiffik og starvsfólkið Kristian Møller. Hann hevur havt ein heilt annan veg inn í klubbheimin. Hann var eitt óróligt barn og hevði ein ungdóm, ið var merktur av sorgarleikum. Tað kulmineraði við, at hann royndi at gera sjálvmorð sum 21-ára gamal. Í dag er hann 44 og arbeiðir sum taxachaufførur og málari. Men tað er tað, hann ger um kvøldið, sum serliga ger, at hann í dag hevur tað gott.

“Eg havi arbeitt her í 13 ár,” sigur hann, meðan hann vísir runt í klubbanum. “Mær dámar væl at gera ting saman við ungum fólki, og mær dámar serliga væl at hjálpa

teimum við at skapa eitt trygt lív, har tey hava vaksin tætt at sær, sum tey altíð kunnu tosa við. Tey skulu ikki uppliva tey tingini, sum eg havi verið ígjøgnum.”

Hann hevur ikki eina útbúgving innan sosial- ella ungdómsøkið, men hevur lært at veita sálarliga hjálp og at tosa við tey, sum hava sjálvmorðstankar. Tó krevst ein ávís styrki at handfara tey ungu, sigur hann.

“Nøkur ung eru ólýðin og skapa ein óróligan stemning. Onnur eru bara eitt sindur uppi at koyra, larma eitt sindur og renna runt. So plaga vit at siga við tey: Slappa av, vit vita væl, at tú ert her. Vit skelda ikki, tí nógv koma higar, tí tey ikki kenna seg trygg heima. Men tað er samstundis sunt fyri tey at uppliva, at har eru reglur. At har er ein vaksin, tey kunnu líta á, men sum eisini setur mørk.”

Tað er loyvt at uppala eitt sindur

At seta mørk er ein partur av tí uppdragandi elementinum, sum klubbin eisini hevur, heldur Kristian Møller. Ein av reglunum, sum ikki eru til samráðingar, er, at um tey ungu hava drukkið alkohol ella tikið rúsevni á degnum, sleppa tey ikki inn.

“Vit vilja fegin vera ein góð fyrimynd. Um tey hava drukkið eina einkulta øl frá morgunstundini, sleppa tey ikki inn, og so gevast tey við at møta upp ávirkað. “Tey vilja jú ikki missa tann friðin og tryggleikan, tey uppliva her,” sigur hann.

Teir karmar, sum klubbin kann bjóða, kunnu tó als ikki kappast við teir, sum klubbar í Danmark hava. Tað sá hann við egnum eygum undir eini vitjan í fjør.

“Eg var veruliga imponeraður. Tey høvdu útbúgvið starvsfólk og eina rúgvu av feitum aktivitetum fyri tey ungu. Á einum stað kundi man inngravera sítt egna krúss og alt møguligt annað. Um vit kundu bjóða slíkt, høvdu fleiri ung í Grønlandi kanska blivið handverkarar, men vit hava ikki umstøðurnar. Tá eg gjarna vildi mála okkara frítíðarklubba, tók tað so langa tíð at fáa pengarnar, at eg at enda fór upp á skrivstovuna hjá borgarstjóranum. Men so fekk eg eisini tað, eg skuldi brúka.”