Nógv meira enn ein klubbi

Nógv meira enn ein klubbi

Margarinfabrikkin í Føroyum er ein frístaður fyri tey ungu. Og sum ein eyka familja fyri starvsfólkini.

Mitt í Havn er Margarinfabrikkin, ein klubbur fyri børn og ung av øllum slag. Tey koma her allar vikudagarnar uttan sunnudagar fyri at finna ein felagsskap og eitt frírúm, sigur leiðarin á staðnum, Salua Manai.

“Her skulu tey ikki avrika. Allir aktivitetir eru sjálvbodnir, og tey kunnu bara hugna sær við tí, tey hava hug til. Til dømis spæla guitar, tekna ella spæla borðspøl. Nøkur av teimum, sum koma í Margarinfabrikkina, eru ‘leitandi’. Tað eru kanska ikki tey, ið eru best fyri fakliga, og ein partur er hildin uppat at ganga til ítrótt. Men tá tey koma her, vita tey, at eingin dømir tey.”

Hvat eyðkennir annars tey ungu, sum koma inn her?

“Tað mest eyðkenda er nokk, at tey eldru vanliga eru givin at ganga til nakað. Tey koma ofta higar fyri at finna nýggjar vinir, og tí at tað er meira at gera her enn heima í kamarinum.

Fyri summi er Margarinfabrikkin teirra annað heim. Tey koma, tá ið klubbin letur upp, og fara, tá hann letur aftur. Onnur koma bara til ávísar aktivitetir, og so eru tað tey, ið koma, tá ein ávísur vaksin er til arbeiðis. Tí tey kenna seg trygg við tann persónin.

Frá sjeynda flokki og uppeftir eru tað næstan bara dreingir, sum koma. Vit hava roynt at finna útav, hví tað er soleiðis, tí vit kundu hugsað okkum, at fleiri gentur komu. Tíverri er tað mín fatan, at tað er ein generell avbjóðing í Føroyum. Genturnar hava bara ikki hug til klubbarnar.”

Hvat er tykkara klubbi serliga dugnaligur til?

“Námsfrøðiliga eru vit serliga dugnalig til relatiónsarbeiði. Har hava altíð verið óskikkiligir dreingir í klubbanum, men í ár eru serliga nógvir, og tí hava vit stovnað ein samrøðubólk við tí endamáli at geva teimum ungu fleiri lívsførleikar. Tey skulu serliga læra at hugsa, áðrenn tey handla. Tey skulu kunna siga frá. Og so skulu tey uppliva, at har eru vaksin, tey kunnu líta á, so tey ikki nýtast at bera runt uppá alt tað, tey ganga og hugsa um, men ikki tora at koma út við.

Vit royna at rúma øllum, men tað skapar av og á tað dilemma, at um onkur kemur, sum hevur ov nógv samband við løgregluna og við kriminalitet, so hvørva øll hini. Og so verður spurningurin, hvussu langt vit skulu fara fyri at hjálpa tí eina persóninum, so hann ikki skapar trupulleikar aðrastaðni. Tað er ein trupul balansugongd.

Eg og ein kognitivur terapeutur undirvísa teimum ungu, millum annað í at rógva í árabáti. Tað er ein rættiliga effektivur máti at sleppa av við alla teirra orku. Samstundis brúka tey tíðina upp á okkurt skilagott í staðin fyri at spæla hund, tí tey keða seg. Vit hava ikki gjørt líknandi fyrr, men vit fara uttan iva at gera tað aftur, tí tað riggar. Tey eru meira opin og erlig – eisini yvir fyri hvørjum øðrum. Fyrr søgdu tey, at man ‘snitchaði’, um man segði nakað við ein vaksnan, men soleiðis er tað ikki longur.”

Hví duga tit væl at skapa sterkar relatiónir, heldur tú?

“Ein stórur partur av forkláringini er nokk, at vit duga væl at halda upp á starvsfólkini. Tey hava øll arbeitt her í nógv ár og kenna tískil børnini sera væl. Tað ger, at tey kunnu arbeiða djúpari við relatiónunum. Vit eru eitt sindur sum ein familja og hittast eisini uttan fyri arbeiðstíð. Fleiri eru komnir aftur higar at arbeiða aftaná at hava verið burturi í lestrarørindum í fleiri ár. Um fáar dagar skulu vit til París saman, og tvey fyrrverandi starvsfólk, sum fóru til Danmarkar at lesa, koma eisini við.”

Um Margarinfabrikkina

Margarinfabrikkin liggur mitt í Havn og fyllir 30 ár í summar. Her koma umleið 50 børn (frá 3. til 6. flokki) hvønn dag í tíðarskeiðnum 12-17. Og so koma umleið 40 ung (upp til 17 ár) frá klokkan 18 til 22. Fríggjadag og leygardag er opið til klokkan 01 um náttina. Her eru 8 starvsfólk í alt, tey flestu eru námsfrøðingar.

Margarinfabrikkin hevur eitt stórt felagsrúm, har tey eta, tekna, spæla borðspøl og gittara. Har er eitt telduhøli. Eitt tónleikarúm við útgerð og ljóðførum. Eitt skapandi rúm og eitt podcast rúm. Tað eru aktivitetir á skránni hvønn dag. Mánadagar er Dungeons and Dragons á skránni. Týsdagar er linoleumsprent. Mikudagar fara tey í skatehøllina og spæla Nerf ella innandura fótbólt. Hósdagar er tónleikaundirvísing fyri einstaklingar og skapandi verkstaður. Fríggjadagar fara tey í svimjihøllina, spæla Dungeons and Dragons og gera smúkkur.

Mere fra - Magasin