Allir klubbar kunnu læra frá hvørjum øðrum, ikki minst frá klubbum í øðrum londum. So loypið bara út í tað. Tað er lættari, enn tit halda og meira gevandi, enn tit rokna við, sigur verkætlanarsamskiparin Ane Hugo Ringdal.
Teir báðir dreingirnir vóru eitt sindur illa við. Teir vóru farnir við teirra klubba til Georgia, men teimum dámdu ikki so væl at tosa enskt framman fyri øðrum. Áðrenn vikan var av, fóru dreingirnir kortini upp á pallin og hildu eina tónleikakviss framman fyri øllum – á enskum, fortelur Ane Hugo Ringdal.
Hon var við sum klubbnámsfrøðingur og verkætlanarsamskipari. Tað var eisini hon, sum hevði søkt pengar til at sleppa avstað við, og hon hevði brúkt nógvar arbeiðstímar upp á at samskipa alt. Á pallinum sá hon, at tað var alt vert.
“Tað er ein fantastisk kensla, tá mann sum námsfrøðingur av og á fær kensluna av at gera mun. Eg kann bara siga, at tey ungu á túrinum til Georgia fluttu seg meira eftir eina viku, enn tey høvdu gjørt har heima upp á eitt ár.”
Ikki bara í mun til teirra málførleika á enskum, leggur hon dent á, men eisini í mun til dirvið at vera opin og møta nýggjum fólki. Og so fingu tey sett sítt egna lív í perspektiv við at uppliva eina heilt øðrvísi mentan.
Slepp frá vanahugsan
Í dag er Ane Hugo Ringdal farin úr klubbanum fyri í staðin at vera verkætlanarsamskipari í UngiAarhus við fokus á Erasmus+ skránna. Tað er ein ES-grunnur, sum millum annað stuðlar mentanarligum felagsskapum millum ung í Evropa. Tað var haðani, hon fekk pengar til at fáa ung úr Georgia upp til klubban í Århus og síðani sjálv fara á túrin hin vegin. Nú snýr hennara arbeiði seg um at eggja fleiri klubbum til at gera okkurt líknandi. Tí har eru góðir møguleikar at læra og menna seg, bæði fyri tey ungu og fyri klubbnámsfrøðingarnar, sum fara við.
“Nógv ting dugir man uttanat, tá man hevur verið í hesari vinnuni í mong ár,” sigur hon. “Tað er lætt at gloyma at seta spurnartekin við, hví vit í grundini gera, sum vit
gera. Og um man kann gera tingini upp á aðrar mátar? Hendan íblásturin kann mann fáa frá øðrum klubbum, sum kanska hava aðrar siðvenjur, umstøður og onnur sløg av limum. Og man fær kanska besta íblásturin, um man hyggur út um landamørkini.”
Søgurnar í hesum blaðnum úr Grønlandi, Føroyum og Suðurslesvig vísa fleiri dømi um tað. Ikki minst at klubbarnir har norðuri hava opið til seint á kvøldi, bæði fríggjadag og leygardag. Tað er ikki siðvenja fyri hesum í Danmark, hóast royndir frá bæði Finnlandi og Svøríki vísa, at tað er júst her, mest virksemi er í klubbunum. Og her, tey veruliga kunnu gera ein mun fyri at fáa ung burtur frá gøtunum og í staðin luttaka í alkoholfríum felagsskapum.
“Klubbarnir í Danmark kunnu nógv, men vit kunnu altíð gerast betri. Í øðrum londum brúkar man ofta aðrar fakbólkar enn námsfrøðingar, og tað gevur nýggjar møguleikar fyri at spesialisera seg í ymsar ættir. Í Svøríki og Finnlandi eru klubbarnir ikki knýttir at einum skúla ella einum ávísum øki, men eru grundaðir á serligar aktivitetir. Ein hevur ein skaterhøll. Ein annar hevur eitt stórt, kreativt verkstað, og so flyta tey ungu seg alt eftir áhuga. Tað krevur starvsfólk, sum duga okkurt annað enn klassiska námsfrøði. Og tað krevur eina mentan, har tey ungu eru til reiðar at flyta seg fyri at finna teir aktivitetir, tey ynskja,” sigur Ane Hugo Ringdal.
Bara ger tað
Tað eru ikki nógvir klubbar í Danmark, sum lata seg inspirera av klubbum í øðrum londum. Nógvir vita ikki eingongd, hvat grannaklubbarnir gera. Tey eru upptikin av sínum egna gerandisdegi, og tað skilir Ane Hugo Ringdal sera væl. Men tá hon tosar við klubbarnar um orsøkina, er svarið ofta, at teir ikki kunnu finna tímarnar til tað.
“Her vil eg siga, at man ikki skal hugsa so linjert, men skilja tann stóra vinningin, ið er í einum mentanarmøti. Tað gera nógvir leiðarar tíbetur eisini. Verður man akkrediteraður hjá Erasmus+ er mannagongdin harumframt einføld. Á henda hátt verður man undangóðkendur til at gera verkætlanir, og so krevur tað ikki eina umsókn til hvørja einstaka verkætlan”
Nógvir býir í Danmark hava ein vinabý í einum øðrum landi. Eitt stað at byrja kann
tí vera at finna ein klubba úr tí býnum, mælir Ane Hugo Ringdal til. Ein klubbi í Svendborg hevur longu eitt samstarv við ein grønlendskan klubba, so tað er eisini ein vegur at fara.
“Eg kann ikki viðmæla tað nokk. Ávirkanin á tey ungu er ógvuliga stór, og slíkir túrar skapa eisini ein sterkari felagsskap millum starvsfólkini. Tað hendir bara okkurt serligt, tá man er burtur saman og upplivir nýggj ting.”
Trý ráð til klubbar
Leita eftir onkrum, sum hevur royndir við at vitja aðrar klubbar. Hoyr, hvat tað krevur, og hvat tey fáa burturúr tí. Vitja eisini Erasmus+ nevndina, tey hava webinarir um at koma í gongd og eru sera hjálpsom.
Far á skeið í mentanarligum skifti. Les um møguleikarnar á salto-youth.net. Eg kom í gongd við at luttaka á eini ráðstevnu um evnið gjøgnum Ungdomsringen.
Leyp út í tað. Lat møguliga bara námsfrøðingarnar fara avstað í fyrstu atløgu, byrja bara onkrastaðni og tak tað harfrá. Trúgv uppá, at tað er royndina vert.
Ane Hugo Ringdal
Fødd 1980. Útbúgvin námsfrøðingur og hevur prógv í verkætlanarleiðslu. Byrjaði sum klubbnámsfrøðingur. Hevur verið partvís Erasmus+ samskipari í UngiAarhus síðani 2019. Síðan juni 2025 fulltíðar verkætlanarsamskipari í UngiAarhus. Situr harumframt í nevndini fyri Region Midt í Ungdomsringen.
Del artiklen