Ein lítil partur av Danmark – í Týsklandi

Tilla Rebsdorf Tilla Rebsdorf
· ·
Ein lítil partur av Danmark – í Týsklandi

Í Slesvig Ungdómshúsi læra børn og ung úr danska minnilutanum um donsk virðir og danskar siðvenjur. Tað týdningarmesta er tó at hava eitt frírúm, har tey føla seg sædd.

Klokkan er farin av 13, skúladagurin er liðugur, og tey ungu koma spakuliga inn í Slesvig Ungdómshús. Leiðarin Ron Nittka og hjálparfólkini Henning Jürgensen og Leif Schwichtenberg eru klár at klemma, geva herðaklapp og lurta. Fýra dreingir leggja seg beinanvegin í sofuna við sínum fartelefonum og byrja upp á eitt spæl. Hart.

Fleiri koma til. Tey eta breyð við osti, drekka vatn úr krananum og keypa í kioskini. Tað er betri, enn at tey fara yvir í Marktkauf, sølumiðstøðin nærindis, sigur Ron, meðan myntir og chipsposar skifta hendur.

Alt hetta kundi væl verið eitt vanligt ungdómshús, sum man kennir tey í Danmark, men tað er tað ikki heilt. Tað er ein lítil partur av danskari námsfrøði og mentan, hóast klubbin liggur 30 kilometrar sunnanfyri landamarkið. Her verður serligur dentur lagdur á at læra børn og ung um donsk virðir og danskar siðvenjur, sigur Ron. Tað er serliga galdandi fyri mál, mat og mentan.

“Vit keypa nógv inn í donskum handlum. Danskt rugbreyð og ost og sovorðið. Vit

luttaka í donsku ársfundunum. Vit fara á útferðir norðanfyri markið, og hvørt ár eru vit á legu í Danmark. Í ár skulu vit til Ry. Túrarnir skapa upplivingar, sum børnini minnast, tá ið tey verða eldri.”

Týdningurin av at føla seg sæddan

Tað serliga danska kemur eisini til sjóndar aðrastaðni, nevniliga í hurðini inn til klubban. Tað er bæði galdandi fyri mátan, tey ungu verða boðin vælkomin uppá, og mátan, vaksin tosa við tey sum heild.

“Sum tú ert blivin snøgt klipt. Tú hevur fingið nýggjan jakka,” sigur Ron við tvær gentur, sum koma inn.

Allir námsfrøðingarnir leggja merki til slíkt og siga tað hart. Týsku klubbarnir hava vanliga opið hús sum konsept, greiðir Ron frá. Har koma og fara limirnir alt eftir áhuga og tørvi, men í Slesvig Ungdómshúsi gera tey nógv burturúr at fylgja børnunum tætt. Hendan tilgongdin er eyðkend fyri klubbar í Danmark, hevur hann lagt merki til, og tað hevur hann tikið við til danska minnilutan í Týsklandi.

“Tað er týdningarmikið, at tey ungu føla seg sædd,” greiðir hann frá. “Tí ætla vit at skiftast um at standa í hurðini, tá børnini koma, fyri at kunna taka ordiliga ímóti teimum. Á tann hátt kunnu vit betur práta um teirra dag og lurta, um har er nakað, ið tyngir. Tað er nærvera fyri meg.”

Sterk virðir í minnilutanum

Børnini koma frá einum stórum øki, so antin skulu tey súkkla niðan eftir brekkuni, taka bussin ella fáa foreldrini at heinta og koyra. Tað eru umleið 100, ið gera tað. Ikki samstundis, tíbetur, tí tað er ikki pláss fyri tí, men nógv koma fleiri ferðir um vikuna, tí tað er stuttligari at vera her, har stemningurin er góður, og har tað er trygt og pláss fyri at vera seg sjálvur, siga Ninette, 12 ára gomul, og Emma, 11 ára gomul, sum koma inn, tí tær hava trupulleikar við bremsuni á BMX-súkkluni.

“Her slappa vit av við okkara vinum uttan foreldur, sum blanda seg. Vit fáa eisini meira ábyrgd og størri frælsi,” siga tey bæði.

Nakað av tí, sum eisini dregur børnini hjá danska minnilutanum higar, er felagsskapurin, heldur Ron. Her eru máltíðirnar ein snúningsdepil. Hósdagur er toastdagur, og har er keypt inn. Við borðið eru øll líka, og øll hjálpa til. Tað sama er galdandi fyri aktivitetirnar. Teir eru í stóran mun valdir av børnunum. Tey vita alt um Henning, hann er allahandamaðurin í húsinum og hevur júst spent tær smáu trail-súkklurnar á vognin. Leif ger klárt til at koyra við trimum børnum til pumptrack í Bov í Danmark. Aktivitetir, sum staðið ikki hevur, men mann má koyra til.

Á aktivitetstalvuni eru uppsløg um fiskitúr, vikuskiftistúr, vitjan í vinarklubbum og mangt annað. Her kann man síggja, at har sjálvandi eisini eru túrar til alt tað, sum týski gerandisdagurin hevur at bjóða. Fótbóltsdystur í HSV (Hamburger Sports Verein).

Snowdome, sum er ein innandura skíðbrekka. Ella Hansa-Park, stóra undirhaldsparkin við Lübeck.

“Vit laga okkum eftir tørvunum og ynskjunum hjá teimum ungu, sum broytast støðugt í hasum aldrinum. Á tann hátt kunnu vit eisini skumpa tey eitt sindur í gongd við okkurt,” sigur Henning.

Tíð til at gera einki

Aktivitetir eru góðir, men eftir ein ofta langan skúladag skal tað eisini vera pláss fyri at slappa av og bara vera. Sita á bonkinum í sólini og práta, kóka vatn til ein posa YumYum ella eta eitt sindur av súrum bommi frá kioskini. Prátið gongur lystiliga og mest á týskum. Tí hóast stovnurin er danskur, og tey vaksnu tosa danskt, skifta børnini skjótt yvir í týskt, tá tey tosa sínamillum. Tað er heilt í lagi, sigur Ron:

“Vit gera nógv fyri at halda danska málið hjá teimum viðlíka, millum annað við at vísa danskar filmar, lesa danskar bøkur og spæla banko, har vit venja tey donsku tølini. Tá ið man er partur av danska minnilutanum, er tað ein stórur partur av samleikanum at hoyra til tvær mentanir, harímillum at vera tvímæltur. Men tað er heilt natúrligt, at vinamálið er týskt, so tí er ein fín javnvág millum at rætta børnini og vegleiða tey at brúka fleiri donsk orð og danskar vendingar.

Online

Hóast tað eru munir á klubblívinum í Danmark og sunnanfyri markið, eru eisini ting, ið eru eins allastaðni. Tað er ikki mindst galdandi fyri skermnýtsluna hjá teimum ungu. Hóast Ungdómshúsið ikki hevur eitt forboð móti telefonum, gera tey vaksnu sítt fyri at skumpa tey ungu ímóti at leggja telefonina til viks og gera okkurt annað. Tað er tó í síðsta enda uppgávan hjá foreldrunum at stýra nýtsluni hjá ungdóminum, sigur Ron, og um tey ynskja at steðga atgongdini hjá børnum til stóra internetið, er tað teirra egna uppgáva at seta eina forðing á, so tey ikki kunnu logga á.

Tá ið klubbin yvirhøvur hevur eitt telduhøli, er tað út frá eini filosofi um, at tað er betri, at tey ungu sita saman og spæla heldur enn heima hvør sær.

“Vit tosa sjálvandi við tey um góðan atburð framman fyri skíggjan, og so royna vit at

bjóða alternativir til cyberspace. Men tað er ein kampur, tí teir stóru spælveitararnir vita, hvat skal til fyri at halda tey ungu fangað frammanfyri skíggjanum,” sigur Ron.

Beint nú fangar góða veðrið tó børnini meira, og tey flestu eru farin útum. Onkur trillar runt á BMX’unum, onnur eru farin út úr skipanini og víðari til ítrótt í høllini, til skótar ella við bussinum heim. Enn ein dagur uttan konfliktir í klubbanum.

“Vit eru eitt gott toymi her í húsinum, og stemningurin er góður. Øll tey vaksnu gera tað, tey

vaksnu eru best til, og tað merkja børnini. Tað er uppskriftin upp á ein vælvirkandi klubba allastaðni, haldi eg,” sig Ron Nittka at enda.

Slesvig Ungdómshús

100 børn og tannáringar eru tilmeldað í Ungdómshúsinum, sum liggur í vestara útjaðaranum av Slesvig býi. Dagliga koma í miðal 25. Opið er frá kl. 13 – 19. Flestu børnini eru har millum umleið 13.20 – 16.30. Tey flestu ganga í 5. – 6. flokki.

Ungdómshúsið bjóðar mat, hugna, góðar relatiónir og fram um alt vælvirkandi wifi. Har er BMX-bani, súkkluverksmiðja, fitnessrúm og tumlurúm. Eitt rúm fyri teir eldru ungdómarnar, so tey kunnu hava eitt sindur av plássi fyri seg sjálvi. Billard, skapanarrúm, borðspøl, film- og teldurúm. Húsið hevur egnan minibuss og hevur í nakrar tímar dagliga atgongd til SIF-høllina (Slesvig Idræts Forening), sum eisini bjóðar ymisk sløg av liðítrótti. Húsið hevur harumframt eina skótahyttu sum granna.

Kostnaðurin fyri at sleppa inn í klubban er minimalur. Útferðir og túrar krevja egingjald. Búskapurin fæst via fíggingina frá Sydslesvigs danske Ungdomsforeninger (SdU) og stuðli frá Ungdomsringen.

Danski minnilutin í Suðurslesvig

Fram til 1864 gekk markið millum Danmark og Týskland við Eideren. Frá 1864 til 1920 var alt økið upp til Kongaánna týskt. Eftir Fyrra Heimsbardaga varð núverandi markið ásett eftir eina fólkaatkvøðu. Tað skapti ein danskan minniluta í Suðurslesvig. Hann telir í dag umleið 50.000 fólk. Tey verða vanliga sæð sum dansksinnað, men við týskum ríkisborgararætti.

Minnilutin rekur millum annað skúlar, barnagarðar, vøggustovur og ungdómshús. Tey reka eisini kirkjur, bókasøvn, hava egið heilsuverk og røktarheim, umframt ein politiskan flokk (SSW). Minni­lutin er á donsku fíggjarlógini og fær í 2025 stuðul frá donsku stjórnini á umleið 550 milliónir krónur.

Mere fra – Magasin

Se alle
Forsker: Klubberne kan noget, ingen andre kan Forskning Magasin

Forsker: Klubberne kan noget, ingen andre kan

Lars Henriksen

Forsker: Klubben er stedet, hvor man altid får en chance mere Forskning Magasin

Forsker: Klubben er stedet, hvor man altid får en chance mere

Lars Henriksen

Tesfaye: Vi skal blive skarpere på, hvad formålet med klubberne skal være Magasin Politik

Tesfaye: Vi skal blive skarpere på, hvad formålet med klubberne skal være

Lars Henriksen

Det gælder om at give de unge succesoplevelser Faglig inspiration Magasin

Det gælder om at give de unge succesoplevelser

Lars Henriksen

Forsker: Råb ud over tagene! Forskning Magasin

Forsker: Råb ud over tagene!

Lars Henriksen