Tá Freja, Regitze og Maluka úr Aalborg skuldu vitja Føroyar, vistu tær væl, at tað fór at verða nakað serligt. At ferðin skuldi gerast eitt upplivilsi fyri lívið, høvdu tær kortini ikki roknað við.
Freja Bachmann Svendsen, Regitze Rigmor Larsen og Malucca Joy Anka Overgaard ganga í 9. flokki á Vesterkærets Skole í Aalborg og eru virknar í lokala ungdómsklubbanum, Vesterkæret. Á heysti 2024 fóru tær til Føroya saman við lokalnevndini hjá Ungdomsringen í Norðurjútlandi.
“Vit vóru ógvuliga spentar,” fortelur Freja. “Tað er jú ikki hvønn dag, man kemur til Føroya. Vit gleddu okkum at síggja, hvussu tað er at fara í klubba í einum øðrum landi og at hitta nøkur ung, sum kanska gera tingini eitt sindur øðrvísi enn vit.”
Fóru avstað einsamallar
Undir vitjanini fingu tær møguleika at vera saman við føroyskum ungum í Margarinfabrikkini, lokala ungdómsklubbanum í Havn. Klubbin var opin um kvøldið, og eftir at hava hugsað seg um í nakrar dagar fóru tey trý ungfólkini avstað sjálvi. Ta avgerðina angra tær ikki.
“Fyrsta kvøldið vóru vit eitt sindur smædnar, men annan dagin fóru vit bara yvir,” sigur Maluka. “Brádliga vóru vit ikki ‘tær donsku genturnar’ longur, vit vóru bara nøkur ung, ið vóru í klubbanum eins og hini.”
Nakað av tí, sum imponeraði tær mest, var tann opni og avslappaði stemningurin, fortelur Maluka:
“Man skuldi ikki eingongd vera limur í klubbanum. Øll kendu øll, og øll prátaðu við øll. Tað gekk skjótt, inntil vit kendu okkum sum heima.”
Opið um náttina
Genturnar fingu serliga íblástur av mátanum, sum klubbin var innrættaður uppá. Og av stemninginum.
“Klubbin var eitt sindur meira flippaður enn okkara, og tey ungu høvdu verið við til at innrætta alt. Okkara klubbahús har heima eru eitt sindur meira ‘vaksin’,” sigur Regitze. “Fyrsta kvøldið royndu vit at sníkja okkum inn, men vórðu beinanvegin møtt við: ‘Vilja tit hava kaku?’ Tað var so hugnaligt. Tað var eingin, sum gjørdi nakað hóvasták burturúr, at vit komu úr einum øðrum landi.
Upplatingartíðirnar gjørdu eisini stórt inntrykk.
“Tey høvdu opið til klokkan tvey um náttina!” Tað kundi altso nakað. Tað gav ein heilt annan stemning og møguleika fyri at læra hvønn annan at kenna á ein annan hátt,” sigur Regitze.
Tey siga hey við øll!
Hóast føroyskt og danskt ikki er heilt tað sama, funnu genturnar ein máta at samskifta uppá. Og sjálvt um tær ikki vóru heilt javngamlar við øll, spurdist skjótt ein felagsskapur burturúr:
“Tey byrjaðu bara at tosa við okkum – heilt natúrliga. Vit føldu okkum veruliga vælkomnar,” sigur Freja.
Genturnar varnaðust eisini ein mun í mátanum, ung møta hvørjum øðrum uppá.
“Tey siga hey við øll – uttan mun til aldur.” Tað ger man ikki so nógv í Danmark, men tað gav veruliga ein góðan stemning.”
Túrurin hevur ikki bara givið gentunum nýggj vinarbond, men eisini nýggj hugskot. Tær eru samdar um, at teirra egni klubbi kundi havt gott av onkrum føroyskum íkasti.
“Vit hava tosað um, at tað kundi verið feitt, um okkara klubbi eisini hevði longri opið onkuntíð. Og at vit ungu fingu meira ávirkan á, hvussu tingini eru skipað og virka. Tað fer kanska at geva ein meira avslappaðan stemning,” sigur Maluka.
Eini góð ráð
Túrurin til Havnar hevur heilt víst givið Freju, Regitzu og Maluku hug at fara avstað aftur.
“Tað er spennandi at síggja, hvussu ung ganga í klubba aðrastaðni,” sigur Regitze. “Tað ger, at man eisini byrjar at hugsa um, hví vit sjálvi gera, sum vit gera.”
“Ja, tú skalt bara leypa út í tað,” leggur Freja afturat. ”Um tú fært møguleikan at ferðast og hitta ung úr øðrum londum, so ger tað. Ver forvitin og ver ikki bangin fyri at vera, júst sum tú ert.”
Genturnar hava eisini ein greiðan boðskap til tey vaksnu:
“Tað hevur stóran týdning, at ung fáa loyvi at fara avstað,” sigur Maluka. “Man lærir ótrúliga nógv. Ikki bara um aðrar mentanir, men eisini um seg sjálvan. Mann verður meira sjálvstøðugur og meira opin.”
Tær hava enn samband við nøkur av teimum ungu, tær møttu í Føroyum – og minnini úr Havn liva víðari.
“Vit hava havt eitt upplivilsi, vit ongantíð fara at gloyma. Og tað vóna vit, at nógv fleiri ung eisini fáa møguleika fyri at fáa,” siga tær samdar.
Fakta
Freja, Regitze og Maluka úr ungdómsklubbanum Vesterkæret vóru boðin til Føroya sum partur av lokalu nevndini hjá Ungdomsringen í Norðurjútlandi. Umframt at vitja ungdómsklubbar luttóku tær á fundum við umboðum úr Landsstýrinum, SSP og kommunalum fyrisitingum.
Del artiklen